Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rókur og Lerkur verða nú lagdir

Norðlýsið

Rókur og Lerkur hava partrola eftir upsa. Anfinn Olsen, stjóri á Faroe Origin sigur, at skipini eru bygd sum einkult trolarar, og tí eru teir sera dýrir í rakstri sum partrolarar. Teir hava stóra maskinorku, nógv spøl og pumpur, sum eru sera dýr í viðlíkahaldi. Sum vera man, so eru eisini oljurokningarnar stórar, tá tú hevur við stórar motorar at gera.

Harafturat hevur upsafiskiskapurin verið lakur seinastu árini. Í 2011 fiskaðu føroyingar bara 27.000 tons av upsa í 2012 31.000 tons, vanliga plagdi samlaði upsafiskiskapurin liggja omanfyri 40.000 tons.

Stutt sagt kann eg siga, at vit fingu ikki raksturin at hanga saman á Róki og lerki og tí er manningin uppsøgd.

Tað var ein tung løta at siga teimum upp, tí hetta eru framúr manningar, ið vit als ikki vildu vera fyriuttan. Tað vóru aðrar orsøkir til, at vit vóru noyddir at gevast við Róki og Lerki.

Teir verða nú lágdir, sigur Anfinn Olsen, stjóri á Faroe Origin, og eru lýstir til sølu.

Ongar ætlanir eru um nýggj skip fyri Rók og Lerk, leggur Anfinn afturat, vit hava nóg mikið at orku at brúka fiskidagarnar, sum teir báðir partrolararnir eiga.

Harleywoodpaint