Bakkafrost hevur undirskrivað sáttmála um keyp av einum skipi afturat, líknandi sum “Martin“. Nýggja skipið fær navnið “Róland“, sum var annar bróður Hans á Bakka. Sostatt eru teir tríggir brøðurnir, ið stovnaðu Bakkafrost í 1968, kallaðir upp við hesum trimum stóru tænastuskipunum hjá Bakkafrost.
Vit hava keypt somu skipan, sum er monterað umborð á “Martin“, til at reinsa laks fyri lús. Við hesum skipinum veksur samlaði kapasiteturin hjá Bakkafrost munandi at reinsa fiskin við vatni og uttan at nýta kemisk evnir.
“Róland” kemur ætlandi í føroysku skipaskrásetingina longu miðskeiðis í mars. Væntandi verður skipið klárt at fara í vinnu í juni í ár.




