Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rollaturin hevur verið mær eitt satt vælsignilsi

Fyndin

– Nú eri eg tó vorðin so illa gongd, at eg umhugsi at skifta rollatorin út við ein elskutara, sum fleiri eldri menn við skerdum førleikum her norðuri drøna runt við, sigur lívsglaða 79 ára gamla Marita Matras í Klaksvík.

Hon elskar at vera millum fólk, tí ”tað er við til at víðka um sjónarringin”, sum hon brosandi tekur til.

– Sleppið øllum hasum tvætlinum um ikki at tora og at vera flov. Brúkið vit og skil, takið av hesum frálíka tilboðnum og fáið ein lættari of innihaldsríkari gerandisdag!

– Alternativið er at vera innandura og sita og kúra og taka synd í sær sjálvum, men tað liggur als ikki til mín. So leingi sum eg livi, vil eg so vítt gjørligt hava eitt lív við innihaldi, sigur Marita Matras avgjørd.

Les alla greinina í nýggjastu Fyndini. Keyp eitt blað her.