Komandi vikuskiftið eru Østrøm og Mentanarhúsið karmur um tvey ógvuliga serstøk tiltøk, har møguleiki er fyri at royna fyrsta klassa romm, hoyra um hvussu romm verður gjørt og møguliga hoyra onkrar røvarasøgur frá fryntliga dananum, Ingvar “Rom” Thomsen, ið stendur fyri smakkingunum.

Ingvar eigur og rekur Rom Thomsen (www.romthomsen.dk), har hann ferðast runt og leitar eftir nýggjum smakki møguleikum, og hareftir ferðast runt at fyriskipað romm- og whiskysmakkingar. Eisini er hann ein av fyriskiparunum aftanfyri “Rom – & Whisky Festivalen” í Danmark.
Fríggjakvøldið 7. Februar kl. 19.30 verður rommsmakkingin í Østrøm og leygarkvøldið 8. Februar kl. 19.30 verður rommsmakkingin í Mentanarhúsinum. 8 ymisk romm verða roynd hesi kvøldini, og talan er um romm ið Ingvar hevur valt út sjálvur, og eisini kann nevnast at hesi sløgini ikki standa á hyllunum í Rúsuni; tó kunnu vit vóna at hetta broytist skjótt eftir smakkingina. Atgongumerki kunnu keypast á www.ebillett.fo, í Kunningarstovuni í havn og í Haraldsen og FK í Fuglafirði. Tað er sera avmarkað nøgd til smakkingarnar.
Eru spurningar, vinarliga ring 238070.
Her eru leinkjur til tiltøkini á Facebook: Østrøm og Mentanarhúsið
Østrøm & Mentanarhúsið