Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rómur umborð á Atlantic Navigator – KÍ vann

Oliver Joensen

Her er lagið gott, kokkarnir, Finn Stampe og Absalon í Gerðum hava gjørt pannikøkur og dekka borð á brúnni, søgdu teir á Navigator tá vit ringdu.

Í kvøld ringdu vit umborð á Atlantic Navigator fyri at frætta um fiskarí, men tað fyrsta teir vildu tosa um var, at "tað var gott at KÍ vann". 

Her er nógvur trafikkur upp á brúnna, menn og kvinnur koma upp at tosa um fótbólt og at fáa sær kaffi og pannikøkur, so lagið er óført og rættuligur rómur á brúnni. Tað gjørdi tað ikki verri, at tað var Heðin bróður, sum skoraði, helt skiparin fyri.
Um fiskaríið frætta vit, at Atlantic Navigator nú hevur 480 tons av surimi í lastini og umleið 175 tons av mjøli. Tað hevur ikki gingið so væl við fiskarínum, svartkjafturin er minkaður burtur, men vit vóna at hann fer at taka seg upp aftur. Hini skipini eru farin á aðra veiðu. Tað eru bert vit og Carlton, ið enn hespast.
Hetta er seinasti túrurin hjá okkum, so vit vita ikki rættuliga hvussu leingið vit fara at royna um tað ikki bragdar.
Veðrið hevur verið eitt sindur sjaskut seinastu dagarnar, men nú er fínasta veður.
Vit skulu heilsa og siga, at tey hava tað øll gott umborð, og ikki minst – tillukku KÍ ynskja trúgvir KÍ-arar umborð á Atlantic Nagigator, hatta var well!