– Tað er hart, tá ið tú sært ein av tínum kappingarneytum vinna, og tí var tað hart hjá mær at taka, tá ið Liverpool vann Champions League í 2005, sigur Wayne Rooney.
– Tað er hart, tá ið tú sært ein av tínum kappingarneytum vinna, og tí var tað hart hjá mær at taka, tá ið Liverpool vann Champions League í 2005, sigur Wayne Rooney, sum nú vil gera “skaðan” góðan aftur við at vinna á Chelsea í CL-finaluni mikukvøldið.
Wayne Rooney spælir í dag við Manchester United, men hann er upprunaliga úr Liverpool, har hann spældi við Everton, sum er lokali kappingarneytin hjá “stórabeiggjanum” Liverpool FC.
Hann hevur tí serliga sterkar kenslur, tá ið tað kemur til Liverpool FC, sum eisini má metast at vera “arvafíggindin” hjá núverandi felag hansara, Manchester United.
– Eg minnist, tá ið Manchester United í 1999 spældi Evropa-Cup finaluna ímóti Bayern Múnchen, at eg var saman við nøkrum av mínum vinum í Liverpool, sum hildu við Liverpool, og bara eg og ein annar, sum eisini helt við Everton, vildi hava United at vinna, meðan hinir ikki vildu tað, sigur Rooney við www.soccernet.com og avdúkar, at honum dámar sera væl at arga sínar vinmenn úr Liverpool, sum halda við Liverpool FC.
– Tað at Liverpool hevur vunnið Champions League, hevur gjørt, at vit bara enn meira vilja vinna hesa kappingina, sigur Rooney.
United hevur enn ongantíð vunnið Champions League, og tað hevur hitt finaluliðið, Chelsea, heldur ikki.
Annars hevur Manchester United vunnið Evropa Cup fyri meistarar tvær ferðir, í 1968 og í 1999.
Til samanberingar kann upplýsast, at Liverpool FC hevur vunnið Evropa Cup fyri meistarar heilar 4 ferðir og Champions League 1 ferð, tvs. íalt 5 ferðir, so ein skilur kanska kenslurnar hjá Wayne Rooney, sum nú mikukvøldið skal í eldin í CL-finaluni, sum verður spæld í Moskva.




