Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rørandi løta í Svimjihøllini í gjárkvøldið

Oliver Joensen

Jákup Ziskason, hevði lýst til hugnaløtu í samband við, at hann á Sjómannadegnum fór at geva Klaksvíkar Svimjihøll eitt modell av Ernestinu, sum fórðst undir Íslandi í 1930.

Tað var Hanna Ziskason Hansen, ið bjóðaði vælkomin tilkvøldið. Hon greiddi frá skránni, og eftir at ein sálmur varð sungin, trein Eyð Matras fram og las úr Havið og vit eftir J. S. Hansen, tað, sum Símin skrivaði um tilburðin tá Ernestina fórðst undir Selvogsbjørgunum við Ísland.

Eyð Matras er helst fremsti sjónleikari okkara og hon dugdi framúr væl at lesa og blása lív í orðini hjá J.S. Hansen. Søgan er dramatisk og ófrættakend, so tað vóru minni enn so øll eygu turr, ið lurtaðu eftir uppestrinum.

Eftir tað fór Jákup Ziskason sjálvur til mikrofonina og greiddi frá, hví hann gav hetta vakra modelli sum John Jensen úr Porkeri hevur evnað til.

Jákup segði millum annað:

..eg minnist sjálvandi ikki hendingina, men hon hevur altíð verið ein stórur partur av mínum og okkara lívi ígjøgnum pápa og tað sum honum var fyri. (Tað var pápi Jákup, Ziska á Fløttinum, ið ódnarnáttina tá Ernestina fórðst, svam í land við einum enda, sum skuldi vísa seg at blíva bjargingin hjá 17 av manningini, ímeðan 9 lótu lív. blaðstj.)

Men Ernestina mundi vera eitt gott skip at sigla við. Hon var bara í føroyska flotanum í trý ár, men dimmalætting skrivaði nógv um hendingina, og har kundi man eisini lesa, at Ernestina var av størstu og flottastu skipum.

Einaferð skrivaði Dimma um hana sum “Færøernes stolteste sejler”. Tað hekk kanska saman við, at skipið árið fyri vanlukkuna – í 1929 – gjørdi “Årets rekordfangst”, tá hon fiskaði fyri 134.000 krónur tilsamans undir Íslandi og Grønlandi.

Og tað haldi eg eisini at John (John Jensen úr Vági, blaðstj) hevur fingið fram í modellinum av henni, at hon veruliga var eitt snøgt skip.

… Í okkara familju hevur altíð verið takksemi um, at pápi var ein teirra, sum yvirlivdu. Hann og mamma fingu fimm børn afturat. í 1931 fór hann aftur til skips. Men hendingin sat í honum restina av lívinum.

Eg hoyrdi hann ongantíð tosa um Ernestinu. Tað gjørdi hann næstan ongantíð. Orð kundu ikki ordiliga brúkast til tað støðuna, sum hann og restina av manningini var í.

Men, sjálvt um pápi ikki gjørdi nógv burturúr hendingini, so hevur hon merkt lívið hjá so nógvum, at eg haldi, at hon hevur uppiborið eitt pláss í søguni.

… Bustan av pápa hevur staðið her í Svimjihøllini í nógv ár nú, men hetta sá eg sum eitt gott høvi at binda søguna um skipið saman við søguni um pápa. Tað skal vera til æru fyri alla manningina bæði teir, ið komu heim og teir, ið fórust hasa náttina.

Segði Jákup Ziskason í røðu síni á hugnaløtuni, sum hann skipaði fyri á Sjómannadegnum í Svimjihøllini í Klaksvík.

Tað var Signhild Vilhelmsdóttir, varaborgarstjóri, ið fyri býráðið og Torkil Mørkøre, stjóri í Svimjihøllini, ið tóku ímóti gávuni.