Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rørini hjá SEV í Stranda Haga lopin sundur

Oliver Joensen

Tað hevur gingið illa í hond hjá SEV at leiða vatn úr Svartadali í Strandadal.
Tollaksmessudag fekk SEV fráboðan um at tað rann ógvusligt í haganum frá rørleiðingini og tá skrúvað varð fyri, var stór eyrskriðja farin heilt oman á sjógv

Júst nær rørini eru lopin sundur í Strandahaga er ilt at siga nakað um, tí hetta er hent so norðalaga og harafturat er leingið myrkt, so væl av vatni kann vera runnið áðrenn boðað var frá til SEV.
Mett verður, at eini 600 tons av vatni standa í rørunum og eru rørini omanfyri 40 semtimetrar til víddar.
Sev fekk fráboðanina Tollaksmessudag. Tá vit vóru har norðuri við myndatólinum sóu vit at hetta var eitt ógvusligt vatnlop.
Sum sæst á myndunum, er beinið beint niðanfyri rørið sera stórt. Hagani er lopið farið allan vegin oman á sjógv, helst einar 400 metrar íalt. Sera nógv tilfar er riðið oman, tí fjørðan niðanfyri líkist eini baðistrond, onkur tók til, at hetta nú helst er byrjanin til eina nýggja hvalvág í Haraldsundi.