Vágs kommuna og Rørslufelagið Hvistan samstarva um at skipa fyri rørsluátakinum “Gangi og rennið í Vági” hvønn mánað í 2015
Vágs kommuna og Rørslufelagið Hvistan samstarva um at skipa fyri rørsluátakinum “Gangi og rennið í Vági” hvønn mánað í 2015
Vágs kommuna hevur seinastu 2 árini miðvíst sett økt fokus á rørslu, bæði í kommunalu dagstovnunum, í Vágs Skúla, umframt at kommunan hevur gjørt gangi- og renniteinar í Vági.
Nú verður so næsta stig tikið saman við Rørslufelagnum Hvistan. Tí Vágs kommuna og Hvistan hava nú gjørt avtalu um at skipað fyri rørsluátakinum “Gangið og rennið í Vági” ein leygardag í hvørjum mánað í ár.
Tiltakið er skipað á tann hátt, at fólk, sum hava hug at taka lut – hava hug at ganga ella renna ein túr – møta upp á Sandinum í Vági, har kortið við gangi- og renniteinum er.
Á kortinum eru seks teinar í trimum torleika stigum: Lættir teinar, miðal teinar, og krevjandi teinar. Tað er so upp til tann einstaka at velja hvat torleika stig passar til sín, og so er at fara til gongu / at renna. Áðrenn farið verður til gongu ella at renna, skipar hvistan fyri upphiting.
Rørsluátakið “Gangið og rennið í Vági” er longu skipað tvær ferðir. Fyrstu ferð var í november í fjør og aðru ferð í januar í ár. Og hereftir verður rørsluátakið so hvønn mánað.
Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um samstarvið við Hvistuna, og vónar at fólk fara at taka væl ímóti hesum nýggja rørslu-tilboðnum í Vágs kommunu.
Lýst verður í miðlunum hvønn leygardag í februar “Gangið og rennið í Vági” verður.
Vágs kommunahttp://vagur.fo




