Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rørslutilboð til allar næmingar

ÍSF – www.isf.fo

Ítróttasamband Føroya fegnast um, at tað gerst alsamt meiri vanligt, at skúlar kring landið bjóða næmingum í framhaldsdeildunum tilboðið at ganga á ítróttabreyt ella ítróttaflokki.

Ítróttasamband Føroya fegnast um, at tað gerst alsamt meiri vanligt, at skúlar kring landið bjóða næmingum í framhaldsdeildunum tilboðið at ganga á ítróttabreyt ella ítróttaflokki.

Handilsskúlin á Kambsdali royndi seg við fótbóltsbreyt fyri nøkrum árum síðani, og í fjør byrjaði Tórshavnar Kommunuskúli at bjóða fram fótbóltsbreyt í 9. flokki.

Nú skúlarið byrjar, frættist um fleiri slíkar breytir. Í Klaksvík verður hondbóltsbreyt fyriskipað. Og í Vági er breytin víðkað til eisini at fevna um aðrar ítróttagreinir enn fótbólt. Hetta ger tilboðið meiri fjølbroytt og viðkomandi fyri fleiri næmingar. Hetta er at fegnast um.

– Ítróttasamband Føroya hevur støðugt heitt á landsins myndugleikar at fáa meiri ítrótt og likamligt virksemi inn í skúlarnar. Hetta er sjálvandi til gagns fyri ítróttin, men mest av øllum til gagns fyri fólkaheilsuna hjá øllum føroyingum.

– Samstundis sum vit fegnast um, at skipanin við ítróttarflokkum og – breytum mennist, fara vit tí enn einaferð at heita á landsins myndugleikar og skúlarnar kring landið at hugsa meiri rørslu inn í dagliga skúlatilboðið hjá øllum næmingum.

– Sæð frá einum fólkaheilsuligum sjónarmiði er tað eingin ivi um, at tey, sum í fyrsta lagi leita sær í ein ítróttarflokk ella breyt, eru tey, sum eru væl fyri ítróttarliga. Tað er tí ein ábyrgd hjá okkum at geva øllum øðrum næmingum eitt rørslutilboð eisini.

– Sunnir rørslu- og lívsvanar menna okkara barna- og ungdómsár, styrkja okkara vaksna lív og tryggja betri heilsu og lívsdygd í ellini.

www.isf.fo