Dávur Juul Magnussen, ið spælir við Royal Scottish National Orchestra, fær nógv rós.
Tað verður nógv skrivað um popptónleik í Føroyum og um fótbóltsspælarar, sum fáa nógvar pengar fyri sjáldan at raka málið. Men hvussu er við okkara gávuríku ungu, sum lesa tónleik? Hvør hoyrir um tey?
Í gjár, 21. januar 2008 stóð í skotska blaðnum The Herald, eitt tað kendasta dagblaðið í Skotlandi, hetta:
Tey sum vanliga vitja konsertirnar hjá Royal Scottish National Orchestra munnu hava lagt til merkis navnið Dávur Juul Magnussen.
Skuldu tey ikki tað, so fara tey skjótt at gera tað. Hesin 22 ára gamli trombonuspælarin hevur í seinastuni sitið sum solospælari á 1. pulti í orkestrinum, eygleiddur av Lance Green, honum sum frammanundan sat á hesum pulti. Ikki so galið av einum annað árs lesandi á Royal Scottish Academy of Music.
Tað var ein frægd at hoyra hesa føroysku stjørnuna saman við Royal Scottish Academy Brass framføra eina Canzonu av David Bedford undir leiðslu av Bryan Allan. Ein “brilliant” framførsla. Hann vísti her sín sera vakra tóna á øllum umráðnum av ljóðførinum, og hansara bergtakandi dynamikkur kundi minna um tann hjá Simon Johnson, solotrombonisti í BBC Scottich Symphony Orchestra. Um okkurt evarska lítið skuldi verið at viðmerkt, so var hansara tak á ljóðførinum ein frægd fyri oyra. Honum verður spádd ein bjørt framtíð sum trombonistur.




