Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rós til Dimmalætting

John William Joensen

Ofta verður tosa um “borandi” journalistikk. Tá talan er um hetta fyribrigdi, er tað oftast, um ikki er møguleiki fyri at seta fólk upp ímóti vegginum við andlitinum inneftir og revolvaranum í ryggin.

Tað er uttan iva gott søluátak, tí kanska í so nógvum fólkum hóvar hetta.

Hinvegin átti tað at verið so, serliga nú búskaparstøðan er so hættislig og við vánaligu búskaparstøðuni hóttafall hjá føroyska borgaranum, at journalistikkurin flutti seg.

Átakið, sum Dimmalætting hevur gjørt tvær seinastu ferðir í Atlantis, er gevandi stig á rættari rás, at spurningurin veðrur settur, hvussu ber til at fara fram, fyri at vit fáa eitt betri samfelag.

So kann hin einstaki spyrja seg sjálvan, er ikki hugaligari hjá einum góðum journalisti at verða við til at menna landið við positivum átøkum, heldur enn at fáa fatur á borgarum, fyri at seta andlitið upp ímóti vegginum við revolvaranum í ryggin. Er tað nú tann stóri kynsturin? Gevur tað nú samfelagnum so nógv, kunnu vit spyrja.

Tí, ein tøkk til Dimmalætting fyri at seta fokus á eina framtíðarmenning fyri Klaksvík við at savna fólk og leggja lunnar undir eitt sterkari samstarv.

At Dimmalætting eisini ger hetta fyri at fáa fleiri haldrarar, er ikki bara nátúrligt, men avgjørt neyðugt, tí hóast alt livir ein fyritøka av avlopi á botnlinjuni.

Hetta verður tí rós til Dimmalætting, ikki bara frá mær, sum havi verið við til bæði tiltøkini, men fleiri við mær halda tað sama.