Landsnevnd Sambandsfloksins hevði fund fríggjakvøldið, har seinasta hond varð løgd á valevnislistan fyri alt landið.
Sambandsflokkurin er liðugur við uppstillingina til komandi løgtingsval. Eftir at lokalfeløgini vóru komin við sínum nøvnum, varð listin endaliga gjørdur á landsnevndarfundi fríggjakvøldið.
Listin verður almannakunngjørdur seinni í dag, skrivar heimasíðan hjá Sambandsflokkinum: www.samband.fo
Norðlýsið veit frá góðum keldum at siga at borgarstjórin í Sandavági er á listanum hjá Vága Sambandsfelag.




