Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rósa Samuelsen, løgtingslimur og borgarstjóri: Nú er tíðin komin at vit taka kommunubygnaðin upp til seriøsa viðgerð

John William Joensen

– Vit mugu fyrst finna út av hvørji økið skulu leggjast út til Kommunurnar, nær tað skal gerast og síðani áseta hvussu stórar kommunalu eindirnar skullu verða, sigur Rósa, sum í løtuni samráðist um nýggja samgongu saman við Sambandsflokkinum.

Rósa Samuelsen hevur drúgvar royndir sum kommunupolitikari og hon mælir til at kommurnar verða lagdar saman í størri eindir. Men hon sigur at arbeiði skal gerðast ordiligt og byrjast skal frá rætta endanum.

– Tað verður frá tíð til aðra tosað um at leggja økir sum landið í dag umsitur – út til kommunurnar at umsitað, – men hetta práti hevur verið sera lítið ítøkjuligt.

– Uppgávan hjá okkum, sum í dag eru í politikki verður tí at fáa fatur á rætta endanum og fara til verka.

– Skal borgarin verðuliga fáa ein fyrimun burtur úr samanleggingum, so er neyðugt at fleiri ábyrgdarøki verða lagd út á kommunurnar at umsita.

– Tá vit hava eyðmerkt hesi øki mugu vit síðani greiða hvussu og nær tað skal gerast og so mugu vit eisini syrgja fyri at peningur fylgir við út til kommunurnar.

– Alt hetta má gerast púra greitt áðrenn tosað verður um størri kommunalar eindir.

– Eg má siga at eg skilji væl at fólk í Hvannasundi søgdu nei til samleggingina við Klaksvík – tí sum støðan er í løtuni er trupult at vita hvat tað er ein skal siga ja til.

ABC viðgerð kommunubygnaðin
Rósa Samuelsen sigur at kommunumál eru eisini ein partur av samgongusamráðingunum og at hon vónar at nøkur greið úrslit fara at spyrjast burtur úr.

– Eg má siga sum er at samgongusamráðingarnar eru á einum sera virðiligum støði og arbeiði hevur gingið gott.

– Persónliga havi eg stóran áhugað fyri kommunumálum og eg havi eisini vónir um at samgongan verðuliga fer at megnað at fáa ein nútímans kommunubygnað.

– Arbeiði hjá bý- og byrgdarráðspolitikarum skal gerast meiri áhugavert – ístaðni fyri bara at snúgva seg um barnaansing, kloak- og vatnviðurskifti. Tíðin er farin frá at sita og skrivað alt við hond á bygdarráðsfundum – tí krøvini til málsviðgerð o.a. eru nóg størri í dag og tí er minstakravið at kommunurnar hava eina hóskandi umsiting.

– Tíðin er komin til at arbeitt verður við at fáa nakað konkret á borði og tað vóni eg eisini at vit fara at megnað