Í síðstu viku var Rósan vald til ársins klinikk á eini konferensu í Danmark fyri húð-, andlits- og vakurleikarøkt.
Við støði í eini heildar meting av fyritøkunum hevur Beauty World, kosið Rósuna til ársins klinikk.
Anna Larsen frá Beauty World, sigur, at Margee í nógv ár hevur gjørt eitt sera gott og stórt arbeið innan vakurleikarøkt.
– Margee er ótrúliga professionell og málrættað, og hevur lagt eitt stórt arbeiði í at marknaðarføra okkara vørur í Føroyum. Hennara klinikk í Klaksvík hevur harumframt eitt høgt tænastustøðið við dygdargóðari vakurleikaviðgerð. Margee hevur lagt seg eftir at kunna bjóða teir nýggjastu viðgerðarháttirnir við teimum nýggjastu vørunum, sigur Anna Larsen.
Anna sigur eisini um valið av Rósini sum ársins klinikk, at Rósan hevur eitt breitt úrval av vakurleikarøkt, so sum spá, andlitsrøkt, kropsrøkt og krystal viðgerð.
Margee sigur, at hon er sera glað fyri heiðurin, ið Rósan hevur fingið, og at slíkt herðaklapp kennast rættiliga stimbrandi fyri hana.




