Báturin hjá Ainu Cederblom, Rospiggen II, hevur staðið inni í einum av vinnubygninunum á Vestursíðini í nøkur ár.
Tá ið bygningurin nú skal takast í størri brúk, varð neyðugt at útvega bátinum annað stað, og er tað eydnast at fáa innivist á loftinum á Spinnarínum.
Her kann hann tó ikki vera ov leingi, tí her er heldur lítt. Men ætlanin við at vera inni á loftinum á Spinnarínum í eina tíð, er at fáa bøtt um bátin og seyma hann av nýggjum.
Ætlanir hava verið frami um at fáa gjørt bátinum eitt neyst, har hann hevur røttu umstøðurnar og kann síggjast, men er ikki komið á mál við hesum ætlanum enn.

















