Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Þröstur og Kári í Blikk

John William Joensen

Mentanarvikan í Runavík hevur nógv ymiskt at bjóða, bæði innan mynd- og tónlist.

Hóskvøldið 1. november kemur íslendski vísusangarin Þröstur Jóhannesson til Runavíkar at spæla og syngja vísusangir í Café Blikk. Saman við honum fer Kári Sverrisson at syrgja fyri góðum fólkatónleiki og hugnaligum dámi.

Þröstur er føddur 2. januar í 1969 í Keflavík. Hann er yngstur av sjey systkjum. Pápi hansara var sjómaður og mamman heimagangandi. Saman við konu síni eigur Þröstur fýra synir, og tey búgva øll í Ísafirði.

Þröstur byrjaði at spæla gittara í tónleikaskúla, tá ið hann var 12 ára gamal. Hann fekk sín fyrsta el-gittara í fermingargávu, og tá stovnaði hann sín fyrsta rættiliga tónleikabólk. Síðani hevur Þröstur spælt í fleiri ymiskum bólkum. Hann helt fram at útbúgva seg innan tónleikin, og hevur millum annað lært klassiskt gittarspæl í tónleikaskúlanum í Ísafirði.

Tónleikurin hevur tó ikki altíð verið hansara høvuðsyrki. Þröstur hevur eisini arbeitt í fiskivinnuni, á goymslum, á prentmiðstøð og í sløkkiliði. Síðani 2003 hevur hann verið gittarlærari í tónleikaskúlanum.

Eitt av høvuðsáhugamálunum hjá Þrösturi er at lesa yrkingar, og hetta endurspeglast í tónleikinum hjá honum. Harafturat hevur Þröstur eisini sjálvur skrivað yrkingar.

Sjálvur kallar Þröstur sín tónleik fyri eitt gott bland av country og punk. Nýggjasta fløgan hjá honum eitur ”Aðrir sálmar” og var útgivin í 2006. Meira fæst at vita um Þröstur og tónleikin hjá honum á heimasíðuni: www.myspace.com/throsturjohannesson

Konsertin við Þrösturi Jóhannesson og Kára Sverrisson er ókeypis, og verður, sum áður nevnt, í Blikk Caféini hóskvøldið 1. november kl. 21.00.