Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roy Kean: Eg skilji ikki Alex Ferguson

John William Joensen

Fyrrverandi liðskiparin hjá United, Roy Kean, staðfestir at Alex Ferguson sjálvur ikki klárar at liva upp til tað sum hann kravdi av egnum leikarum: ”Eg skilji ikki hví hann í bókum sínum hevur slíka trongd at niðurgera leikarar sum vunnu honum so stóran heiður!”

Fyrrverandi liðskiparin hjá United, Roy Kean, staðfestir at Alex Ferguson sjálvur ikki klárar at liva upp til tað sum hann kravdi av egnum leikarum: ”Eg skilji ikki hví hann í bókum sínum hevur slíka trongd at niðurgera leikarar sum vunnu honum so stóran heiður!”

Í báðum bókunum sum fyrrverandi Manchester United venjarin, Sir Alex Ferguson, hevur givið út síðan hann gavst í siðursvanda felagnum, leggur hann ikki fingrarnar ímillum við at kritisera leikarar og onnur sum vóru rundan um hann.

Í gjár segði írski landsliðsleikarin og fyrrverandi United liðskiparin at hann skilti ikki Ferguson.

” Eg minnist týðuliga samtalir við Alex Ferguson har hann prædikaði um trúfesti og loyalitet, men sjálvur kennir hann ikki til týdningin í orðunum.”

”Eg havi ikki trupuleikar av tí sum hann skrivar um meg men at hann áhaldandi kritiserar aðrar leikarar sum vunnu honum stóran og nógvan heiður í United er sera sera løgið. Men sjálvur missi eg ikki svøvnin av tí sum Alex Ferguson sigur”.

”Eg veit ikki hvussu nógvar bøkur hann hevur skrivað um seg sjálvan ella hvussu nógvar hann ætlar at skriva afturat. Men onkur átti at sagt við hann at hann átti at hugsað seg um tí hesir leikarar sum hann niðurger hava allir verið trúfastir og góðir tænarar hjá United og teir hjálptu honum at vinna nógvar stoltar pokalir.”

ALEX um KEAN:

“Tá eg royndi at tosað við Roy Kean gjørdust eygu hansara einans minni og minni til tey gjørdust svørt. Tað var ræðandi at síggja hóast eg eri uppvaksin í Glasgow…” skrivar Alex Ferguson m.a.