Gongst sum granskarar ynskja, so verður sera lætt at sleppa av við tubbakið í framtíðini, takkað verið einum serligum roykistopp-bolla.
Í eina tíð hava granskarar kappast um at finna ta endaliga hjálpina til at basa tubbakinum. Arbeitt verður fram í móti at gera ein serligan bolla ella tablet, sum skal forða nikotininum at gera fólk kemiskt bundin av sigarettunum.
Tær stóru medisin fyritøkurnar síggja stórar møguleikar at vinna hópin av peningi, um tað eydnast at finna fram til bollan.
Roykjarar er tann stórsti málbólkurin, sum er bundin av einum evni, sigur Dr. Herbert D. Kleber, sum er professari i psykiatri við Columbia Universitetið í New York við AP.




