Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roykskaði á Sodnhúsið

Oliver Joensen

Ongin vandi var fyri børnunum, sum vórðu koyrd út úr frítíðarskúlanum Sodnhúsinum, tá ein grýta brendi í niðaru hæddini.

Eitt sindur av ruðuleika stóðst av eini grýtu, sum brendi útiá í niðaru hæddini í Frítíðarskúlanum Sodnhúsið við Bøgøtu fyri løtu síðani.
Flestu í húsinum vóru í ovaru hæddini har børnini vóru í ferð við at venja ein jólaleik, tá roykalarmur í kjallarnum fór í gongd.
Tá hurðin varð latin upp inn í rúmið var tjúkt av roykið og tí varð avgjørt  at taka øll børnini útum sum skjótast. Men hetta hevði nakað av rumbli við sær við tað at veðrið uttanfyri var sera vánaligt. Tí var leita inn í kjallaran hjá EL-IN og har sótu børnini, meðan starvsfólk royndu at fáa yvirblikk á støðuni.
Ringt varð beinanvegin til alarmsentralin, og brandliðið og politiið komu skjótt á staðið.

Fingu ein kvøkk
Samstundis sum sløkkilið og løgreglan kemur á staði koma eisini nógv foreldur eftir børnunum og tí var ikki sørt at stemningurin var eitt sindur spentur.
Eftir at hava verið eina løtu inni í kjallaranum hjá EL-IN fóru børnini í kjallaran hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, har tey fingu saft og annað gott frá starvsfólkunum.
Men fleiri av børnunum høvdu hug at gráta tá tey sóu foreldrini, og tey starvsfólk sum Norðlýsið tosaði við vóru eisini eitt sindur kløkk av hendingini.
Men tað er eingin ivi um at starvsfólkini í Sodnhúsinum bóru skjótt at og handlaðu sera professionelt, soleiðis at tað ongantíð varð nakar vandi.
Hanna Tøgersen sum er leiðari fyri Sodnhúsið, sigur við Norðlýsið at Sodnhúsið er opið sum vanligt í morgin.
– Rúmið sum grýtan stóð í er eldtryggjað, og tí stóðst eingin skaði.
– Eg eri sera væl nøgd við professionella atburðin hjá starvsfólkunum. Hinvegin varð ikki sørt at foreldrini fingu ein kvøkk tá baði politi og sløkkilið var í Sodnhúsinum tá tey komu eftir børnunum.