Klokkan 3 seinnapartin fer Fiskamarknaður Føroya at gera enn eina roynd at selja svartkjaft á opnari uppboðssølu.
Klokkan 3 seinnapartin fer Fiskamarknaður Føroya at gera enn eina roynd at selja svartkjaft á opnari uppboðssølu.
Í almennu fráboðanini um uppboðssølu skrivaði Fiskimálaráðið tann 26. august, at tey 20.000 tonsini av svartkjafti skuldu seljast í fýra umførum, harav tvey skuldu vera á opnari- og tvey á afturlatnari uppboðssølu.
Søludagarnir skuldu verða hesir:
5. september: Opin uppboðssøla (5.000 tons)
8. september: Afturlatin uppboðssøla (5.000 tons)
12. september: Opin uppboðssøla (5.000 tons)
15. september: Afturlatin uppboðssøla (5.000 tons)
Higartil er ikki eydnast at selja nakað á opnari uppboðssølu. Fyrra opna sølan skuldi vera 5. september, men tá bjóðaði eingin. Roynt var aftur tann 6. september, men tá kom heldur einki boð.
Afturlatna uppboðssølan hevur tó gingið væl. Søla var tann 8. september, har øll tey 5.000 tonsini vórðu seld.
Á søluni í dag verða tey seinnu 5.000 tonsini seld, sum skuldu seljast á opnari uppboðssølu.
Sambært Kristiani Martin Rasmussen, reiðara, var minstaboðið, ið kravt var á fyrru opnu uppboðssøluni ov høgt, og tí bjóðaði eingin.
Á Fiskamarknaðinum verður upplýst, at minstaboðið í dag verður almannakunngjørt hálvan tíma áðrenn sølan byrjar.




