Tað eru á leið 40 føroyingar, sum lesa sálarfrøði. Tey flestu lesa í Keypmannahavn, ímeðan onnur eru aðrastaðni. Nú verður roynt at savnað so nógv sum møguligt við einum forvitnisligum summartiltaki.
Tað eru á leið 40 føroyingar, sum lesa sálarfrøði. Tey flestu lesa í Keypmannahavn, ímeðan onnur eru aðrastaðni. Nú verður roynt at savnað so nógv sum møguligt við einum forvitnisligum summartiltaki.
Tíðindaskriv frá SÁL:
“Summartiltak hjá SÁL – Føroysk sálarfrøðilesandi”
SÁL umboðar øll føroysk sálarfrøðilesandi kring heimin. Í løtuni eru 40 lesandi og av hesum lesur helmingurin í Keypmannahavn og restin aðrastaðni í Danmark ella í øðrum londum.
Av tí at vit landafrøðiliga eru langt vekk frá hvørjum øðrum í gerandisdegnum, hava vit valt at hava eitt árligt summartiltak í Føroyum, sum er við til at røkka høvuðsendamálið okkara um at stimbra samskiftið millum føroysk sálarfrøðilesandi og til føroyska arbeiðsmarknaðin.
Í ár verður summartiltakið hildið týsdagin 26. juli kl. 17 í hølunum hjá Sernám í Tórshavn. Hesaferð koma tríggir føroyskir sálarfrøðingar at greiða frá, hvussu tað er at arbeiða innan teirra øki í Føroyum.
Hanna Kampman greiðir frá arbeiðinum á Sernám, Anna Arnfríðudóttir Andreasen greiðir frá arbeiðinum á Arbeiðseftirlitinum og Suni Poulsen greiðir frá, hvussu tað er at arbeiða á psykiatriska deplinum.
Eisini verður okkurt gott til matna og tíð til at práta við hini sálafrøðilesandi og føroyskar sálarfrøðingar.
Vit gleða okkum at síggja nógv sálarfrøðilesandi og sálarfrøðingar.




