Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Royndartíð við framhaldsdeild í Sankta Frans

Bogi Andreasen

Næmingar í Sankta Frans skúla eiga at fáa møguleikan at taka 8. og 9. flokk í Sankta Frans skúla, meðan vit bíða eftir Skúlanum á Fløtum. Tað er eingin orsøk at senda næmingarnar út í spjadda gamla Kommunuskúlan.

Næmingar í Sankta Frans skúla eiga at fáa møguleikan at taka 8. og 9. flokk í Sankta Frans skúla, meðan vit bíða eftir Skúlanum á Fløtum. Tað er eingin orsøk at senda næmingarnar út í spjadda gamla Kommunuskúlan.

Tað sømir seg best fyri Tórshavnar býráð at ganga foreldrum og næmingum í Sankta Frans skúla á møti í spurninginum um framhaldsdeild i Sankta Frans. Eg mæli til, at býráðið sum eina roynd samtykkir at lata upp framhaldsdeild í Sankta Frans skúla í eitt avmarkað tíðarskeið, sum síðani kann eftirmetast.

Skúlin hevur longu í høvuðsheitum hølir til at hýsa einari framhaldsdeild, og við bert smávegis broytingum ber til at fáa gongd á hetta, soleiðis at Sankta Frans kann bjóða næmingunum eina framhaldsdeild eftir summarfrítíðina.

Ein stórur meirluti av foreldrum at næmingum í núverandi 7. flokki í Sankta Frans skúla ynskir, at næmingarnar sleppa at halda fram við 8. og 9. flokki í Sankta Frans, heldur enn at hesi næmingar eisini skulu í gamla Kommunuskúlan og Venjingarskúlan, sum í dag eitur Skúlin á Fløtum, og sum húsast í hølum kring allan býin. Hetta kom fram í einari spurnarkanning millum foreldrini, har 70 prosent av foreldrunum svaraðu, og har 98 prosent av teimum, sum svaraðu, tóku undir við framhaldsdeild í Sankta Frans.

Siðvenja var, at næmingar í Sankta Frans fóru í framhaldsdeild í Kommunuskúlanum, men so leingi Skúlin á Fløtum ikki kann bjóða foreldrum og næmingum nøktandi hølisviðurskifti, er eingin orsøk eisini at senda næmingarnar í Sankta Frans í Skúlan á Fløtum.

Talið av foreldrum, sum søkja um at fáa síni børn í Sankta Frans skúla, økist, og ein orsøk er helst, at Sankta Frans nú er einasti skúli í miðbýnum, sum harafturat hevur ein góðan forskúla.

Eg mæli staðiliga til, at vit í hesum máli lurta eftir foreldrum og næmingum, tí umstøðurnar at stovna framhaldsdeild í Sankta Frans eru eins væl til staðar í góða gamla Nonnuskúlanum sum í spjadda Skúlanum á Fløtum.

Vinalig heilsan

Bogi Andreasen ,

býráðslimur og limur í

skúlastýrinum í Sankta Frans skúla

Harleyfacadeacryl