Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Royndin fríða – manningin

Tíðindaskriv

Í nýggjari bók um Nólsoyar Páll lesa vit um manningina á Royndini fríðu lagnuferðina.

Í 1808 varð farið til Danmarkar eftir kornfarmi. Ófriðartíðir vóru, og bretar tóku Royndina fríðu sum krígsfong.

Nólsoyar Páll leitaði tá til London við kravi um at fáa nýtt skip. Hann fekk játtandi svar, men á veg til Føroya við nýggja skipinum, North Star, hvarv hann og spurdist ikki aftur.

Stýrimaður Nólsoyar Páls var Joen Joensen úr Porkeri. Matrósar vóru Magnus Zachariassen úr Fuglafirði, Thomas Joensen úr Nólsoy og Daniel Olsen úr Uppsølum í Klaksvík.

Sambært nýggju bókini hjá Óla Olsen fór Joen Joensen (Jógvan á Gaddi) ikki heim við North Star, sum gekk burtur. Undir navninum John Johnson er Joen Joensen komin fyri dagin í Amerika. Har fekk hann konu og eftirkomarar. Hetta er dramatisk søga.



Harleyfacadeacryl