Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roynir Høgni at vera stuttligur?

John William Joensen

Onkuntíð kann tað vera stuttligt at lesa lesarabrøvini hjá Høgna Hoydal, tí hann dugir so sera væl at venda tingunum á høvdið.

Eitt av hesum stuttligu lesarabrøvunum stóð í bløðunum týsdagin. Tað einasta keðiliga við tí brævinum var, at einki nýtt var í tí, men endurtøkur kunnu sagtans eisini vera nokkso stuttligar viðhvørt.

Við at brúka yvirskriftina: “Blokkurin blokerar ábyrgd, vit og skil”, royndir Høgni at fáa lesaran at halda, at tað at lækka blokkin er ábyrgd vit og skil. Tað er also bæði ábyrgdarfult og klókt at tveita tríggjar milliardir burtur, meðan gomul og sjúk liggja óhjálpin, tí landið hevur ikki ráð at hjálpa teimum. – Hetta er sera klókt og ábyrgdarfult, heldur í hvussu so er Høgni.

Hann undirbyggir henda klókskapin við at siga, at um blokkurin ikki var lækkaður, so vóru vit langt síðani farin á heysin, men tíverri gloymir hann aftur hesaferð at greiða frá, hvussu hetta hongur saman – og tað ger hann hvørja ferð.

Vaskar hendur
Um sambandsfólk sigur Høgni millum annað, at blokknurskurðurin er “umskyldningurin hjá TEIMUM fyri, at TEY hava skorið niður hjá veikastu pensjónistum, einkjum, fólki við serligum tørvi, útbúgving og gransking.”

Tað eru altso ikki tjóðveldisfólk, men sambandsfólk (sum vóru ímóti at skerja blokkin), sum eru tey ræðuligu fólkini, sum nú mugu spara. Og niðurstøðan hjá Høgna er, at hetta er besta prógvið um, at blokkstuðul og heimastýri blokerar alla ábyrgd, vit og skil.

So væl dugir Høgni at venda tingunum á høvdið, at hann fær avleiðingarnar av manglandi blokki at vera ”prógv” um, hvussu skaðiligur blokkurin er.

Tjóðveldi umsat fíggjarmál í 80’unum
Um kreppuna í 90’unum sigur Høgni, at trupulleikin var, at blokkurin í 80’unum varð brúktur til studning og veðhald, og at tað var landsstýrið hjá Paula Ellefsen, sum byrjaði henda politikkin. Men Høgni gloymir, at blokkurin kom ikki fyrr enn í 1987, og tá var Pauli Ellefsen langt síðani flogin av løgmansreiðrinum. Áðrenn tað høvdu vit refusjónir, sum vóru oyramerktar til ávís øki, og teir pengarnir kundu tí ikki brúkast til studning og veðhald.

Men um Høgni skuldi havt áhuga í at vita meira um 80’ara politikkin hjá hansara egna flokki, so kann eg vísa honum eitt brot úr oddagreinini í 14. september tann 14. januar 1987. Tá skrivaði Tjóðveldisblaðið millum annað: “Hetta er fyrstu ferð, at Tjóðveldisflokkurin hevur sitið við fíggjarmálum í Tinganesi, og nú hesin so týðandi postur hevur verið røktur av okkara landsstýriskonu í stívliga tvey ár, bendir mangt á, at vit eru komin inn á røttu leiðina. Politikkur samgongunnar hevur givið úrslit. Ikki kunnu vera fleiri meiningar um tað. ”

So væl helt Tjóðveldi, at tað stóð til í 1987. Men tað er sjálvandi altíð lætt at vera klókur aftaná.

Eitt blokk-fíggjað fullveldislandsstýri
Fyri at sannføra lesaran um, at fullveldislandsstýrið var á rættari kós, fer Høgni ein túr ígjøgnum søguligu gongdina. Við at fylla tað fragasta frá fullveldislandsstýrinum í eina vektskál og ymiskt hjá onkrum øðrum í hina vektskálina, og síðani krydda alt við eitt sindur av ósannindum, kemur hann til ta ikki óvæntaðu niðurstøðuna, at fullveldislandsstýrið var hóast alt ikki so galið.

Men Høgni gloymir at siga, at alt valskeiðið frá 1998 – 2002 fekk fullveldislandsstýrið fullan blokk. Tað var ikki fyrr enn 1. januar 2002, tá bara 4 mánaðir vóru eftir av valskeiðinum, at blokkstuðulin minkaði. Tí kann Høgni nú reypa um avlop, uppsparing og niðurgjalding av skuld, meðan fullveldislandsstýrið sat. Tað var jú blokkurin, sum fíggjaði alt hetta.

Men so hildu loysingarflokkarnir fram í einum nýggjum landsstýri aftaná valið í 2002. Tann “herligheitin” vardi til desember 2003. Blokkurin var tá lækkaður við 366 mió. krónum, og hann var eisini fastfrystur. Hvussu var støðan tá? Stóra avlopið, sum árini frammanundan hevði ligið millum 600 og 700 mió. krónur um árið, var í 2003 komið heilt niður á 22,5 mió. krónur. Einki bleiv spart upp, og neyðugt var at brúka pengar, sum vóru spardir upp árini frammanundan (áðrenn blokkstuðulin lækkaði) at gjalda avdráttir av lánum við.

Uttanumtos bjargar ongum
Líkamikið hvussu Høgni roynir at venda og snara hesum veruleikanum, so sleppur hann ikki uttanum, at hetta var støðan, og nú manglar so nógv í á inntøkusíðuni, at avleiðingarnar byrja at merkjast í samfelagnum.

Tí er tað, at eg mæli til at prístalsregulera blokkin aftur, hóast eg væl veit, at tað í sær sjálvum langt ífrá er nóg mikið, fyri at taka upp eftir fullveldisdreymarnar hjá Høgna.

Jú hann er bara stuttligur, formaður Tjóðveldisfloksins, og hann dugir væl at venda tingunum á høvdi. – Men tað bjargar ongum pensjónisti.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður