Í morgun hava menn varnast ein roysning sum umleið kl. 8 í morgun svam út fyri Grótrætt.
Í morgun hava menn varnast ein roysning sum umleið kl. 8 í morgun svam út fyri Grótrætt.
Bjarni Mikkelsen á Náttúrugripasavninum sigur í morgun at óiva er talan um sama roysning sum í eina tíð hevur vitja millum oyggjarnar.
– Vit hava mist sambandi við sendaran sum vit settu á roysningin og í gjár var hann sæddur út fyri bygdina Dalur á Sandoynni.
Ikki hevur eydnast okkum at fáa mynd av roysninginum í morgun, men sambært teimum sum sóu roysningin var hann á veg inn á Vánna við Kós móti Stoyksoyranum.




