Hesa seinastu vikuna hevur roysningurin verið tveir túrar norðanfyri oyggjarnar. Fyri viku síðan fór hann ein túr fram við norðurendunum á Streymoynni og Eysturoynni, sigur Náttúrugripasavnið í tíðindaskrivi í kvøld.
Roysningurin fjakkar
Men so gekk leiðin enn eina ferð út frá aftur, og annan dagin var roysningurin heili 65 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi. So vendi hann aftur, og helt á leið somu kós inn móti landi aftur, og beina kós upp á sandin í Bø. Hesin seinni túrurin norðanfyri vardi tríggjar heilar dagar, og tá hann koma aftur til Bø, hevði hann verið burtur frá Sørvágsfirði í eina góða viku.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum www.ngs.fo




