Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roysningurin framvegis á Selvíkum

Oliver Joensen

Tað tykist sum um roysningurn, ið fyrst var at síggja í Svínoy, seinni á Orknoyggjunum og fyri fáum døgum í Bø, dámar væl á Sørvágsfirði. Nú er hann á Sandvíkum.

Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasvaninum sigur, at tað gekk sera væl at festa sendaran á roysningin. sum sæst á myndini, so er sjálvur sendarin nakað upp frá húðini, men har er eitt lítið spjót við móthakum, ið heldur fast.

Í dag, um eittíðina fingu teir ná Náttúrugripasavninum signal og positión frá roysninginum, ið enn ikki hevur fingið navn, signalið vísti, at roysningurin framvegis heldur til á Selvíkum.