Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roysningurin framvegis í Føroyum

Oliver Joensen

Tað eru nú gingnir hálvurannar mánaði síðani at roysningurin fyrstu ferð var sæddur í Svínoy, og skjótt ein mánaði síðani hann 21. mars varð merktur á Selvíkum.

Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum sigur, at roysningurin framvegis er við Vágalandið fyri tað mesta.

Sendarin, ið settur er á roysningin, og sum gevur regluligar knatstøður sigur, at hann hevur ferðast ímillum landið uttarlaga á Sørvágsfirði, helst hevur hann onkra náttina hildið til í Tindhólmi men eisini við Gásadalslandið.

Á Víkum hevur hann eisini hildið nógv til, og hann hevur verið frá landinum eisini. Knattstøðurnar siga, at hann hevur verið úti á havi norðanfyri Mykines og tað hevur hann gj’ørt hóast streymurin hevur verið harður.

Kúlubøka

Bjarni Mikkelsen veit eisini at siga, at ein kúlubøka hevur framhaldandi verið at sæð við landið og onkustaðni hava menn hildið seg sæð tvinnar.

Fyri stuttum var Kúlubøkan aftur at síggja við Hagaleitið í Leirvík, so helst hevur hon eisini verið aftur á vitjan við Kósabrúnna, uttan at nakar hevur varðnast hana.