Roysningurin, ið fór úr Føroyum 8. september, er enn í Íslandi. Eftir at hann kom á Reyðafjørðin 15. september, helt roysningurin til á fjørðinum í eina viku. Síðan gekk leiðin norðurvið strondini. Hin 22. september var hann á Langanesi, og haðani ferðaðist hann 100 fjórðingar norður í hav. Síðan vendi hann, og var aftur á Langanesi 25. september. Haðani fór hann suðuryvir. Hin 27. september var hann á Vápnafirði, 29. september á Viðfirði, har hann eisini var avmyndaður á landi; og 1. oktober var hann so aftur á Reyðafirði.

Hin 25. september var ein roysningur sæddur út fyri Húsavík á norðurlandinum av Íslandi. Merkti roysningurin var ikki nærhendis Húsavík henda dagin, so tí kann staðfestast, at tað heilt víst ikki var merkti roysningurin. Annars sigst, at fýra ymiskir roysningar eru eygleiddir í Íslandi nú í heyst.
Kortið fædt í hægri loysn við at trýstaher!