Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roysningurin sent í 100 dagar

tíðindaskriv

100 dagar eru nú frálidnir, síðan ein roysningur bleiv merktur á Sørvágsfirði á øðrum sinni. Sendarin hevur sostatt virka longri enn við fyrru merking í vár, tá hann sendi í 80 dagar.

100 dagar eru nú frálidnir, síðan ein roysningur bleiv merktur á Sørvágsfirði á øðrum sinni. Sendarin hevur sostatt virka longri enn við fyrru merking í vár, tá hann sendi í 80 dagar.

Roysningurin hevur mest sum alla tíðina, síðan hálvan september, hildið til á firðum og undir landi á eysturlandinum í Íslandi. Hóast hann mestu tíðina hevur verið á Reyðafirði, hevur hann eisini ferðast nakað fram við strondini og inn á firðirnar har um leiðir.

Einar fýra ferðir hevur roysningurin ferðast til havs. Seinasta túrin, í november, ferðaðist hann eystur í Norskahavið. Túrurin á opnum havi vardi í tvær vikur, og tá hann vendi, var hann 340 fjórðingar úr Íslandi. Fjarstøðan til Noreg var tá 250 fjórðingar.

Samanlagt kenna vit nú ferðaleiðina hjá roysninginum fyri helvtina av 2013. Og hann hevur ferðast minst tvær ferðir millum Føroyar og Ísland.

So má tíðin vísa um tað verur gjørligt at fylgja honum aftur í íshavið, haðani hann er komin, ella kanska enn ein túr til Føroya.

Harleywoodpaint