Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roysningurin støðufastur í Íslandi

Tíðindaskriv

Roysningurin hevur seinastu tvær vikurnar fyri tað mesta hildið til inni á Reyðafirði. Men um vikuskiftið fór hann sær ein túr út av fjørðinum. Fyrsta dagin fór hann út móti Seley, uttanvert munnan av Reyðafirði. Haðani ferðaðist hann suður til Støðvarfjørð, ið liggur 15 fjórðingar sunnari.

Og dagin eftir var hann so farin 30 fjórðingar eystur úr Íslandi. Men so vendi hann aftur og fór beina kós inn aftur á Reyðafjørð.

Kortið kann síggjast í hægri loysn her.