Hin 4. september vitjaði roysningurin, hvørs ferðing var fylgd í 80 dagar fyrr í ár, aftur á Sørvágsfirði. Samstundis merkti Náttúrugripasavnið hann umaftur við einum fylgisveina sendara, at kanna ferðingina víðari. Hetta hendi á júst sama sandi, har hann var merktur fyrru ferðina hin 21. mars. Nú roysningurin vitjaði aftur, vóru 77 dagar frálidnir, síðan hann var sæddur í Føroyum seinast, hin 11. Juni í Klaksvík. Í millumbilinum hevur roysningurin støðast í Íslandi.
Roysningurin dvaldi ikki leingi á Sørvágsfirði. 5. september var hann á Víkum, dagin eftir í Norðoyggjum, og 7. september legði hann seg upp á helluna í Svínoy, júst sama stað har hann var sæddur á fyrsta sinni 27. februar, meira enn hálvt ár frammanundan. Hin 8. september var roysningurin á Skarðsvík í Fugloynni, og haðani setti hann kósina aftur móti Íslandi. Eftir at hava svomið eina samlaða farleið á 320 fjórðingar, í tilsamans seks dagar; ið er ein meðal ferð á 2 fjórðingar um tíman; kom roysningurin, hin 15. September, inn aftur á Reyðafjørð í Íslandi.
Sostatt er bara at staðfesta at roysningurin er sera dugnaligur at vitja aftur á slóðina.
Annars kenna vit til hesar eygleiðingar av roysninginum: í tíðarbilinum millum 27. februar og 21. Mars, tá roysningurin var burtur úr Føroyum, var hann eygleiddur fyrst 3. mars í North Ronaldsey í Orknoyggjum og síðan 10. mars á Algrøy í Noregi. Eftir at roysningurin fór til Ísland fyrstu ferð, var hann sæddur fýra ferðir; 17. juni í Reyðafirði, 26. juni í Berufirði, 24. juli í Skálanesi og 16. august í Jøkulsárlóni




