Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Rudolf og Oliver á Spinnarínum

Dávur Winther (Orð og myndir)

Rudolf og Oliver á Spinnarínum var heitið á síðsta tiltakinum á Torradøgunum leygardagin.

Eftir at Norðoya Sparikassi, sum í ár fyllir 100 ár, hevði boðið hummarasuppu, kaffi og køkur aftur við frálíku guitarspæli og sangi hjá Hans Andrias Jacobsen, tóku Rudolf Joensen og Oliver Joensen orðið í Spinnarínum.

Teir hugleiddu um tíðina, har Rudolf arbeiddi á Byggivirkinum, sum helt til har í mong ár og um Oliver, sum var skrivstovunæmingur har.

Komið varð inn á ymsar mentanarligar hendinga á Spinnaríinum fyri árum síðan, sum Spinnaríið eisini hevur verið karmur um. M.a. var fyrsta vørumessa – kanska í Føroyum – har. Fyrsta popp-konsert í Klaksvík var har og Klaksvíkar Hornorkestur varð endurstovnað har.

Við sær høvdu teir eisini Páll Josephsen, sum í mong ár var stjóri á Klaksvíkar Byggivirki, sum stóð fyri mongum byggiverkætlanum í Klaksvík í mong ár – Ja, teir gjørdu kanska fyrstu “typu-húsini” í Føroyum,  gjørdu fyrireikingar og størri byggilutir til húsini, ið m.a. vórðu bygd undir Brúnni fyri nú mongum árum síðan.

Jú, Oliver og Rudolf dugdu at seta mongu verkætlarinar, Spinnaríið hevði verið karmur um í eitt lætt og til tíðir skemtiligt ljós.

Ikki um at tala allan hópin av lærlingum, sum eru avlærdir á Spinnarínum. Úr rúgvuni, kunnu nevnast, Arshibald og Hans Black, Eward Ziska, Jørgen Dahl, Olaf á Stongunum, Erland Dahl, John Motresen, Hanus Højgaard, Ísak Johannesen og fleiri við teimum.  

Ein hugnalig løta við hópin av fólki. Og sigast má, at Spinnaríði er eitt framúr gott høli tí slíkar mentanarligar og nógvar aðrar løtur.

 

Harleywoodpaint