Hóast nýggi rulluskoytibanin, sum Klaksvíkar Kommuna letur seta upp eystanfyri svimjihøllina enn ikki er liðugur, so hava børnini tikið ótrúliga væl undir.
Í kvøld, mikukvøldið um 10 tíðina vóru vit á økinum við myndatólinum, og hóast handverkararnir framvegis vóru í fer við at seta rulluskoytubreytina upp, so var hópur av børnum og ungdómi á rulluskoytum savnaði kring breytina. Ja, tað var nærum so, at handverkararnir høvdu ilt við at gera arbeiði sítt.
Eini 70-100 børn og ungdómar vórðu savnaði á økinum og flestu teirra á rulluskoytum, so lítil ivi er um, at hetta verður spæliplássið hjá teim ungu í summar.




