Marjun Hanusardóttir, stjóri á løgmansskrivstovuni, váttar at tað hevur verið eitt mál um hølisviðurskifti millum løgmann og varðaløgmann.
Stjórin á løgmannsskrivstovuni, Marjun Hanusardóttir, er sera fáorða um "watergate-málið" sum Sosialurin skrivar um dag.
– Eg kann bara vátta at tað hava verið kontroversir í samband við hølisviðurskiftini í Tinganesi – men at eg meti málið verða avgreitt.
Meira fæst ikki at vita frá løgmannsskrivstovuni.




