Hildu Messi og hinum frá at skora nakað mál.
Øll mótstøðuliðini í bólki F hjá Føroyum spældu venjingardyst í kvøld. Rumenia helt Messi og hinum frá at skora nakað mál. Annars bleiv staðfest, at talan helst ikki eru um sterkastu mótstøðuliðini.
Av teimum flestu hevur verið sagt, at ítróttarliga hevur Føroyar fingið eitt dreyma lutakast. Og hyggja vit eftir venjingardystunum í kvøld, so kundi okkurt bent á tað. Tey flestu av hesum liðunum eru ikki lið, sum skora nógv mál. Grikkaland, Rumenia og Norður Írland skoraðu ikki nakað mál í kvøld, meðan innanhýsis dysturin millum Ungarn og Finnland endaði við 2-1 sigri til Finnland. Hetta vísir helst, at Ungarn er eitt av veikaru liðunum í næst besta styrkisbólki. Men hóast Rumenia ikki skoraði nakað mál, so má ein 0-0 javnleikur móti Messi, Aguero og hinum úr Argentina metast sum sera flott úrslit.
Úrslitini hjá liðunum í Bólki F í kvøld vóru hesi:
Cypros-Norður Írland 0-0
Ungarn-Finnland 1-2
Grikkaland-Suður Korea 0-2
Rumenia-Argentina 0-0




