Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rúmligheit – fyri hvønn?

Anna Joensen

Í kjakinum um broytingarnar í hjúnabandslógini, hava nøkur av argumentunum verið, at vit fara at fáa eitt meiri rúmligt og tolsamt samfelag. Tað, at tvey av sama kyni skulu kunna liva saman sum hjún, skal nú verða ein sjálvsagdur borgarligur rættur. Hetta er tó ikki sjálvsagt fyri øllum. Hví skal samfelagið gerast meiri rúmligt, um vit javnseta samkynd við hinskynd í hjúnabandslógini?

Í kjakinum um broytingarnar í hjúnabandslógini, hava nøkur av argumentunum verið, at vit fara at fáa eitt meiri rúmligt og tolsamt samfelag. Tað, at tvey av sama kyni skulu kunna liva saman sum hjún, skal nú verða ein sjálvsagdur borgarligur rættur. Hetta er tó ikki sjálvsagt fyri øllum. Hví skal samfelagið gerast meiri rúmligt, um vit javnseta samkynd við hinskynd í hjúnabandslógini?

Landsins lógir eiga at tæna áhugamálunum hjá tí vanliga borgaranum fyrst og fremst, soleiðis at seráhugamál hjá minnilutum ikki fáa ov nógv vald. Rúmligheit og tolsemi má liggja innanfyri karmarnar av hesum. Hava áhugamálini hjá teimum samkyndu, við hesum broytingum, tá ikki sprongt hesar rammur? Hvussu kann slíkt verða uppbyggiligt fyri eitt samfelag? Hvat vigar tyngri – áhugamálini hjá teimum samkyndu ella okkara kristni siðaarvur?

Hjúnabandslógin byggir á tann grundtankan, at skaparin skapti okkum sum mann og kvinnu – og hevur hetta verið idealmodellin til dagin í dag . Um vit nú skulu ganga burtur frá hesi grundhugsjón, og lóggeva soleiðis at idealmodellin ikki longur skal hava nakra serstøðu í samfelagnum, so siga vit í verðunleikanum, at tað sum skapt er, veit betur enn hann sum skapti tað.

Um samkynt hjúnarlag stríðir ímóti tí kristnu siðalæruni ella ikki, er ein spurningur um trúgv og virðisgrundarlag. Eftir mínum tykki er hetta ein so stór provokatión ímóti tí kristnu trúnni, at spurningurin er, um vit ikki kunnu siga, at hetta er seinasti skansin, sum enn stendur eftir. Tá skapningurin sjálvur skal vita betur enn skaparin, hvat hava vit tá eftir? Tá hevur samfelagið mist sína moralsku kumpass burtur.

Tað er als ikki soleiðis, at tey kristnu gera krav uppá, at allar landsins lógir skulu fylgja “bíbliunar bókstavi”. Vit liva undir tí nýggja sáttmálanum, og hann hevur einans tvey boð!Tey eru við Jesusar egnu orðum: 1. “Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum. ” 2. “Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.”

Hvussu kann samkynt hjúnarlag sameinast við hesi boð, tá vit hava fingið eina ávaring og eitt fyridømi fyri slíkum í orði Guds til allar tíðir – býirnar Sodoma og Gomorra – og sum eisini hava lagt navn til eitt vælkent hugtak í okkara mentan – sodomi? Tann, sum ikki skiljur hettar, er andaliga blindur og vil ikki kenna sannleikan.

Vónandi fara vit til næsta løgtingsval at fáa sterkar leiðarar, sum vilja varveita Føroyar sum eitt sterkt og burðardykt samfelag, har idealmodellin framvegis fer hava eina serstøðu í landsins lógum – tað vil í longdini tæna okkum øllum best!

Harleywoodpaint