Absalon í Buð, formaður í Norðoya Fólkaflokksfelag harmast um útsagnirnar hjá Rúnu Sivertsen
– Vit velja umboð í landsstjørnina á aðalfundinum og tá Rúna hevði gjørt greitt at hon var flutt úr valdøminum avgjørdu vit at velja nýtt umboð.
– Aðalfundurin var væl lýstur, men Rúna var ikki sjálv á fundinum og tí var eg sera bilsin um, at hon hevði nakað ímóti ikki at vera afturvald sum okkara umboð í leiðsluni.
– Um tað var so umráðandi hjá henni at blíva afturvald – so átti hon í minstalagið at møtt til aðalfundin.




