Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Runavík spílar seg út: Eystanstevnan í ár verður hin størsta nakrantíð

(Hannefía Joensen)

Hesi síðstu árini hevur áhugin fyri gomlu bygdarstevnunum verið dalandi, ivaleyst fyrst og fremst grundað á mongu stóru festivalarnar og tónleikatiltøkini, ið hava verið kring landið. Ì støðum hevur enntá verið tosað um at niðurleggja onkra stevnu, men soleiðis er avgjørt ikki í Runavík. Eystanstevnan í ár verður hin størsta og mest umfatandi nakrantíð, og fyrirekararnir hava sett sær sum mál, at Eystanstevnan framyvir skal verða so stór og umfatandi, at bert Ólavsøkan er størri.

Sera spennandi skrá

Stevnan í ár er serstøk, tí fleir nýggjar verkætlanir og tiltøk verða roynd, og fyrireikararnir leggja seg eftir, at øll – børn, ung, miðaldrandi og gomul – kunnu hava okkurt at fara til. T.d. er eitt stórt og rættiliga øðrvísi tiltak á skránni, áðrenn stevnan verður sett fríggjakvøldið. Talan er um eitt karneval, ið fer at avloysa vanligu skrúðgonguna og her verður nógv gjørt burturúr.

Nógvur fjølbroyttur ítróttur

Ítrótturin spælir – sum altíð – ein stóran leiklut á Eystanstevnuni, m.a. er kappróður, fótbóltur og fimleikur á skránni. Kappróðurin byrja kl 15.00 og eftir kappróðurin er so Formulafótbóltur á skránni, tá ið NSÌ tekur ímóti B 36. Umframt kapróður og fótbólt er eisini fimleikur á skránni leygardagin, tí tá hevur Støkk sína árligu stevnuframsýning. Ikki kann sigast annað enn at leygardagurin hevur nógv at bjóða teimum, ið hava áhuga fyri ítrótti. Sunnukvøldið er meiri fótbóltur á skránni, tí tá verður EM finalan 2008 spæld í Eysturríki. Ætlanin er at vísa dystin á stórskíggja í tjaldinum, ið stendur í Heiðunum.

Nógv til børnini – og tey vaksnu

Børnini verða sjálvsagt ikki við sviðið soð á Eystanstevnuni, tí umframt tivoli, karneval, tónleik, hoppiborgir og annað, verður eitt stórt barnatiltak bæði leygardagin og sunnudagin við Angelu og Hannebal.
Nógv annað er sjálvsagt eisini á skránni, t.d. framsýningar, kabarett, felagssangur, útimøti, kvøldseta, ‘Open By Night’ fríggjakvøldið, skótadepilin í Heiðunum- umframt so mangt annað, ið hoyrir Eystanstevnuni til.
Fyrireikararnir vóna sjálvsagt at síggja mong vitjandi hesar dagarnar, í øllum førum kunnu gestirnir vænta, at gestablídni verður sett í hásæti – og so er bert at vóna, at veðrið verður til vildar.