(Budapest) Rúni Elttør hevur góð minnir frá KÍ í Budapest. Hann hevur góðar vónir til landsdystin í morgin.
(Budapest) Rúni Elttør hevur góð minnir frá KÍ í Budapest. Hann hevur góðar vónir til landsdystin í morgin.
Klaksvíkingurin Rúni Elttør er millum áskoðararnar í Budapest hesaferð. Hann hevur sum leikari sjálvur spælt í Budapest áður, og tað hevur helst ávirka til, at hann fór avstað aftur.
– Eg og ein vinmaður tosaðu um at fara. Eg spældi her í 2002 við KÍ móti Ujpesti, tá vit taptu 1-0 her niðri, meðan vit spældu 2-2 á Svangaskarði við einum ógvuliga góðum KÍ liði. KÍ spældi væl og hevði góðar leikarar sum Allan Mørkøre, Allan Joensen, Atli Danielsen, Símun Joensen, Hjalgrím Elttør. Vit blivu nummar 3 tað árið og eg minnist tað sum eitt gott ár hjá KÍ, sigur Rúni við Norðlýsið.
– Nú vóru vit so seriøsir og kundu ikki ganga og mala í býnum í Budapest tá, men onkran túr fóru vit og eg minnist Budapest sum ein góðan bý frá tí túrinum. Vit høvdu eisini sera góðan uppbakning, tí flogfarið var fult, so tað var ein rúgva av KÍ áskoðarum við á túrinum. Nú er langt síðani, at KÍ hevur verið í Europa, men næstuferð – og tað veit eg verður næsta ár – so fer man at síggja eina undirtøku fyri Europa túrinum í 2017 hjá KÍ, sum sjáldan er sæð fyrr í Føroyum. Tað eri eg sannførdur um, sigur Rúni.
Atli Gregersen góða ávirkan á liðið
Rúni heldur, at tað sjálvsagt er ein smeitur, at fleiri lyklaleikarar mangla til hendan dystin, men ein leikari sum Atli Gregersen hevur stóra ávirkan á liðið.
– Skal eg tippa, so tippi eg 2-1 til Føroyar, men eg verið ikki vónbrotin, um tað ikki heldur. Tí vit skulu nokk fáa ein góðan túr og eitt fínt úrslit. Lyklaleikarin er kanska Atli Gregersen, tí hann hevur evnini til at tosa og píska leikararnar í ein stemning til at avrika optimalt, sigur Rúni Elttør.
Landsdysturin millum Ungarn og Føroyar byrjar hóskvøldið kl. 19.45.
Les eisini annað tilfar úr Budapest:
Ella Leivsgarð ávirkaði Sigurd til at fara til Ungarn
Atli Gregersen: Ein fyrimunur at Ungarn fer eftir stórsigri
Myndarøð: Føroyingar venja á Puskás Ferenc Stadion í Budapest
Hesir báðir KÍ leikararnir eru nærmast A-landsliðnum




