Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rúni Elttør fegin um úrslitið

John William Joensen

Tað var ein stór uppliving at berjast fyri ÍF og tað eydnaðist eisini, sigur ein glaður Rúni Elttør


Rúni stóð fyri fyrsta málinum hjá ÍF í niðurflytingardystinum móti B71, tá hann heddaði bóltin í netið. Hetta var samstundis fjóðra málið hjá Rúna í ár.
 – Eg eri sera glaður um tíðina í ÍF og nú kappingin er liðug fari eg at umhugsað støðuna.
– Eg eri liðugur við lærutíðina og tí kundi eg hugsað mær at komið aftur til Klaksvíkar, men tað verður bert um eg fái arbeiði í Klaksvík, sigur Rúni.
Rúni sigur at hann hevur følt seg fyri hjá KÍ men at hann ikki hevur tosað við felagið, men nú kappingin er liðug verður tíð til tað.
– Eg kundi sum sagt hugsað mær at komið til Klaksvíkar aftur. Tað er í øllum førum antin ÍF ella KÍ sum hevur mín stórsta áhugað, sigur Runi Elttør.