Lítlibeiggi og mammubeiggi fara her at senda tær eina heilsan á fimti ára førðingardegnum
Góði Rúni! Sum altíð, so kom Hans Jakku her og orðnaði, at vit báðir skuldu senda tær eina heilsan á stóra degi tínum.
Rúni er føddur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 5. oktober 1958, men barnaskógvarnar traðkaði hann á Sandi. Umframt Rúna eru trý systkin, Malan, Jógvan og Hans Jakku.
Foreldrini hjá Rúna, eru Ása og Henry. Meðan Ása vaks upp á Ziskatrøð í Klaksvík, sum triðelsta av níggju systkjum, vaks Henry upp í Toppugarðinum á Sandi, ynsgtur av fýra systkjum. Henry andaðist fyri tveimum árum síðani.
Sum so mangur førðoyingur fór Henry til sjós sum 14 ára gamal og var sjómaður alt sítt lív og átti eisini í onkrum skipi.
Av tí at Henry sigldi við klaksvíksskipum í mong ár, kom Ása við børnunum at vera nógv her. Hetta gjørdi, at tey í 1968 valdu at búseta seg í Klaksvík.
Í 1988 giftist Rúni við Ingun Simonsen úr Klaksvík. Tey eiga tvey børn, Henry og Gerda.
Umhvørvið her var gott at koma til, her vóru nógvir dreingir at spæla við og var Sjúrður mammubeiggin tann stóri førarin hjá øllum dreingjunum, so Rúni var mitt í soranum. Kjallarin á Ziskatrøð og túnið uttan um har, var stóra spælipássið.
Rúni var ein góður drongur. Sjúrður hevði ein dagin gjørt honum ein trolara. Um kvøldið kom Rúni tómhentur heim. Tá spurt var, hvar trolarin var, segði Rúni: “Eg havi givið Hans Jakku hjá Sannufastir trolarin, tí hann hevur ongan at gera honum ein trolara. Eg havi so nógvar, sum kunnu gera mær ein trolara”.
Eftir lokna skúlatíð, fór hann á studentaskúla í Havnini, har hann búði hjá mostur síni Maluni og Åge Davidsen í Gundadali.
Við studentspróvnum í hondini fór hann til Danmarkar at lesa til verkfrøðing og nærlagdur sum hann altíð hevur verið, kom hann heimaftur við einum góðum úrsliti.
Eftir at hann var heimafturkomin fór hann í starv hjá Brimheim og Leo í Havnini og arbeiddi har eina tíð, inntil hann byrjaði við egnum verkfrøðingarvirki í Klaksvík.
Tá Klaksvíkar Kommuna søkti eftir býarverkfrøðingi mitt í 1980unum, søkti hann starvið, og fekk tað.
Hesi árini vóru krevjandi, tí útviklingurin var stórur og sum øll vita var Jógvan við Keldu borgarstjóri, tá varð nógv sett í gongd, og arbeiðslagið hjá teimum báðum var sera gott, og teir komu sera væl út av tí.
Áðrenn hesa tíðina var stór útskifting av verkfrøðingum. Teir komu og fóru.
Sum vit hava fingið at vita frá fleiri, bæði yvirorðnaðum og teimum sum arbeiddu undir honum, og frá viðskiftafólki bæði í býnum og aðrastaðni frá, so var Rúni lættur at arbeiða saman við, hann var skjótur, handlikraftigur, grundigur og fór væl við fólkinum.
Í 1994 skuldi Tekniski skúli í Klaksvík hava nýggjan stjóra, eftir at Ásbjørn Joensen brádliga doyði í 1993.
Hetta starvið søkti Rúni, og fekk tað.
Jógvan við Keldu hevur seinni fortalt fyri mær, at eitt kvøldi ringdi Rúni til hansara og segði, at nú var starvið sum skúlatjóri leyst og ætlaði hann at søkja hetta starvið:
“Hvat sigur tú til tað”?
Jógvan svaraði honum, at hann var ómetliga keddur at spæla av við hann, men eitt tílíkt starv verður helst bara leyst einaferð í hansara aldri at søkja, og skuldi hann skifta starv, so var hann komin í tann aldur, at tað skuldi gerast nú.
Hetta starvið hevur hann røkt til lítar og við respekt, samstundis kann vísast á, at hann er álitismaður og valdur í ymiskar nevndir t.d. Føroyar Bjór, formaður í Kringvarpsnevndini, í Fótbóltssambandinum og í øðrum nevnum.
Góði Rúni, vit ynkja tær við familju eina bjarta framtíð við Harrans signing.
Bestu heilsanir
Páll mammubeiggi og beiggi tín Hans Jakku




