segði Rúni Heinesen, formaður í útbúgvingarnevndini hjá FSF, í samband við at hann vegna FSF handaði Húsa Kommunu sparkivøllin
Røðan, sum Rúni Heinesen, helt í samband við at sparkivøllurin á Húsum varð tikin í nýtslu:
Mín leiklutur er at handa tann partin, sum FSF hevur útvega til hendan sparkivøllin. Tað er gjørdir 41 sparkivallir kring landið. Sum í hesum føri er mannagongdin, at kommunan útvegar lendið, tekur sær av jørð- og fundamentsarbeiðinum. Fótbóltsambandi letur og leggur graslíkið og stuðlar kostnaðinum av girðingini.
Stuðulin hjá FSF stavar frá Evropeisku fótbólssamgonguni, UEFA, sum hevur tilluta øllum limalondum upp til 1 mill. Sveisarfrankar, svarandi til 4,8 mill.kr.
Endamálið er fyrst og fremst, at útvega teimum smæstu umstøður til heimsins mest útbreidda bóltspæl í einum vardum umhvørvi.
Vit í Fótbólssambandinum er ógvuliga fegin um, at kommununar hava tikið so væl í móti hesum møguleikanum. Og vit eru hugtikin og ovurfegin um, at ein lítil kommuna sum tykkara hevur raðfest hesa verkætlanina, tí í tykkara fíggjarætlan er hetta óiva ein stórur biti.
Vit vóna, at vøllurin verður til børnunum her og í grannabygdunum til stóra nyttu, at hann kemur at kveikja áhugan í Kalsoynni fyri fótbóltsspælinum og kanska onkur fótbóltsnidlingur kann mennast her.
Við hesum fáu orðum skal eg takka Húsa kommunu fyri at tit ikki lógu á boðunum, tað snotiliga arbeiði tit hava staði fyri sum byggi harri og fyri tað frálíka samstarvið sum hevur verið við FSF.
Góða eydnu við vøllinum og takk fyri meg!




