Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Runt Múlan til fótbóltsdystin KÍ – EB/Streymur

Oliver Joensen

Teir eru nakrir, ið brúka fótbóltsdystin ídag í Klaksvík, til sjálvir at fáa eitt sindur av venjing. Nakrir sundamenn gjørdu av at ganga úr Norðdepli, runt Múlan og niðan á Djúpumýru.

Klokkan 10 í morgun fóru teir til gongu, Heðin í Frammistovu, Júst Andrias Joensen, Poul Sivar Olsen og sonur hansara Sigmund Olsen. Tá vit vóru í samband vid teir fyri løtu sídani, vóru teir komnir nordur um bygdina Múla. Vit hava hugsa um hendan túrin leingi, og ætla at ganga allan vegin nidan á Djúpumýru. Hetta er ein teinur uppá umleid 25 kilometrar tilsamans, so tad er ikki hissini teinur teir hava til dystin. Tá vit tosadu vid teir, søgdu teir, at tad var sólskyn og klárur himmal í Múla.
Uppá fyrispurning okkara um hvør vinnur ídag, siga teir, at teir vóna á KÍ vinnur, og teir ætla sær í hvussu so er at gera sítt, sum áskodarar.