Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rúsdrekka er høvuðsorsøkin til vanlukkur um næturnar

Danial Viðoy

Morgunfakta: Fyri bæði gangandi og koyrandi er rúsdrekkapromillan við til at økja um talið av vanlukkum um næturnar. Tvær út av trimum vanlukkum eru beinleiðis orsakað av rúsdrekka.

Morgunfakta: Fyri bæði gangandi og koyrandi er rúsdrekkapromillan við til at økja um talið av vanlukkum um næturnar. Tvær út av trimum vanlukkum eru beinleiðis orsakað av rúsdrekka.

Tað skrivar dr.dk.

Danmark: Nýggj kanning frá donsku skaðanevndini fyri ferðsluvanlukkur vísir, at tvær út av trimum av vanlukkum eru orsakað av rúsdrekka.

– Áður hevur talið av hesum verið lægri. Fyrr hevur rúsdrekka verið orsøkin í einum út av fimm vanlukkum, sigur Mette Fynbo.

Flestu vanlukkurnar snúgva seg um so kallaðar ”solo-vanlukkur”, sum eru menn í aldrinum 25-50 ár, ið eru á veg ella á veg heim frá einari veitslu. Hjá teimum flestu endar tað galið í eini sneiðing, orsakað av ov nógvari ferð og við ov nógvum rúsdrekka innanborða. Størsti parturin av hesum monnunum hava eina promillu oman fyri 1.

Forkvinnan í skaðanevndini, Mette Fynbo, sigur eisini:

– Ítøkiliga viðmæla vit m.a. strangari løgreglueftirlit á landsvegunum um næturnar og lógarkrav um rúsdrekkalás til dømdar rúsdrekkabilførarar (spiritusbilister).

Fimta hvør deyðsvanlukka hendir um náttina

Hóast tað er týðiligari minni ferðsla á vegnum myrku náttartímarnar, hendir fimta hvør av deyðsvanlukkunum í Danmark júst hesa løtuna.

– Ferðslan er minni um náttina, men hóast tað henda tær ringastu vanlukkurnar um náttina, sigur Mette Fynbo.

Troyttir bilførarar til og frá arbeiði

Tað henda eisini nógvar vanlukkur, tá ið persónar ferðast til og frá arbeiði. Tá spælir gáloysni og møði seg inn.

– Kroppurin hevur ein fasta døgnrútmu, sum ger, at man natúrliga er troyttari um náttina. So tað er týdningarmikið, at man gevur hesum gætur og ikki fer at koyra, uttan so at man er fullvísur í, at tað eydnast at fullføra biltúrin, sigur Mette Fynbo.

Harleyfacadeacryl