Rúsdrekkapolitikkur fyllir ikki nógv í politiska kjakinum.
Gongdin seinastu árini hevur verið ein alsamt meira liberalur rúsdrekkapolitikkur, og tað tykist sum eingin longur orkar at andøva ímóti høvuðsrákinum.
Samband er millum miðal rúsdrekkanýtsluna og fólkaheilsuna í einum landi. Somuleiðis er samband millum eina høga miðal nýtslu og talið av persónum, ið hava trupult við at umsita rúsdrekka. Tí eiga vit at seta okkum sum mál, at steðga vøkstrinum í miðal rúsdrekkanýtsluni.
Fleiri átøk eru møgulig, men tey, sum hava størstu ávirkanina á nýtsluna, sampakka helst illa við liberala rákið, t.d. at hækka aldurin fyri at keypa rúsdrekka, avmarka talið av skeinkiloyvum, virknan príspolitikk o.s.fr. Lættari verður kanska at fáa politiska undirtøku fyri bleytari átøkum sum almennari upplýsing og ávaring.
Serliga umráðandi er, at samfelagið ger eitt miðvíst upplýsingararbeiði fyri ungdómin og stuðlar frítíðarvirksemi, ið gevur ungum møguleika fyri at mennast í rúsfríum umhvørvi. Fyri heilsuna og drykkjuvanar seinni í lívinum hevur tað týdning, at ungdómurin er komin um mest viðkvomu árini, áðrenn rúsdrekka gerst regluligur partur av tilveruni. Kunnu vit við miðvísum arbeiði hækka aldurin bara við einum ári, kann nógv vera vunnið.
Her er eitt mál, ið allir flokkar eiga at kunna gera nakað við. Sjálvstýrisflokkurin vil í hvussu er taka eitt stig.
Eyðun Elttør, fyrrverandi landsstýrismaður, Sjálvstýri! www.sjalvstyri.fo
Tlf. 596118




