Á býráðsfundi seinasta týskvøld samtykti býráði, vísandi til áður gjørdar samtyktir, at bjóða út arbeiði at umskipað ruskplássið úti á Bumshamri. Kostnaðurin av samtykta uppskotinum er mett til 1,33 mió. Kr. u/MVG. Í samtyktini stendur eisini at arbeiði verður boði út lokalt.




