Rusland byrjaði sína innrás í Ukraina í nátt
Vladimir Putin hevur givið loyvi til at russiskar herdeildir fara inn í Donbass í eystur-ukreina. Bumbur eru eisini brostnar í Kiev og fleiri býum í Ukraina.
Íbúgvar í Kiev royna at sleppa úr høvuðsstaðnum. Fleiri bumbur eru brostnar og boða verður frá, at 100 tals hermenn úr Ukreina eru deyðir. Fjølmiðlar vita enn ikki nógv um støðuna.
Aktiumarknaðirnir í USA og Asia eru fyri stórum falli í morgun.
Ríkisleiðarar kring allan heim fordøma gerðirnar hjá Vladimir Putin, forseta Ruslands.
Joe Biden sigur at USA og teirra sameindu fara at økja um sanktiónirnar móti Ruslandi.



