Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rúsmisnýtsla hjá foreldrum, sæð við barnsins eygum

Tíðindaskriv

Evnisdagur ”Øll hava rætt til góð barnaár” átakið hjá Bláa Krossi Føroya skipar fyri áhugaverdum evnisdegi við norska sálarfrøðinginum Frid A. Hansen við heitinum ”Rúsmisnýtsla hjá foreldrum, sæð við barnsins eygum”. 
Dagurin kemur serliga at snúgva seg um familju og børn, sum heiti á degnum lýsir. Tí hvussu fáa vit eygu á børnini, hvørs foreldur stríðast við rúsdrekkatrupulleikum? Og hvussu kunnu vit hjálpa teimum? Um Frid A. Hansen Frid A. Hansen er sálarfrøðingur og serfrøðingur innan kliniska sálarfrøði, og verður mett at vera undangongukvinna í tí, sum hevur við rúsevnistrupulleikar í familju- og ættarliðshøpi at gera. Hon hevur síðan 1986 arbeitt á Borgestadklinikken, viðgerðastovninum hjá Bláa Krossi í Noregi, og seinastu nógvu árini í leiðandi størvum. Borgestadklinikken er størsti viðgerðarstovnur í Noregi fyri fólk við rúsevnistrupulleikum og familjum teirra. Frid A. Hansen hevur vunnið fleiri virðislønir fyri arbeið sítt innan rúsevni og børn, og í 2013 varð hon skírd riddari við Sankt Ólavs heiðursmerki fyri ”Innsats sín fyri børn og familjur við rústengdum trupulleikum”. Evnisdagurin verður hildin í Smæruni, og er serliga ætlaður lærarum, námsfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsusystrum, sosialráðgevum, sálarfrøðingum og øðrum áhugaðum innan evnið.
Sí meira um tiltakið her –> http://www.blakross.fo/tiltok/yvirsktiftin/